(+298) 51 15 45

Røkt av parykkum

Vegleiðing til røkt av fiburhár

Nýggja hárið hjá tær skal røktast á ein varligan hátt. Við at vaska og røkta á rættan hátt sikrar tú at tín parykkur heldur longri, bæði við glans og fyllu. Vit mæla tær til at fylgja hesari røktar vegleiðingini trin-fyri-trin, hvørjaferð tú vaskar títt nýggja hár.
Garantiið er bert galdandi um parykkurin hevur ein fabrikfeil, tí hevur tú sjálv/ur ábyrgd av at røkta parykkin rætt.

Seks minnisreglur

1. Altíð vaska hárið við køldum vatnið.

2. Tú mást ongantíð gníggja ella vinda tá tú vaskar parykkin, av tí at tað kann broyta formin á parykkinum. Hetta er serliga galdandi tá tú skolar ella turkar hárið.

3. Parykkurin skal altíð luftturka á einum parykkstativi aftaná vask. Nýtið ongantíð flamingohøvd ella annað líkanandi, tí tað oyðileggur smidleikan og sniði í parykkinum.

4. Lat ikki parykkin koma at hitakeldum, t.d brenniovni, stearinljós, damp frá kókandi vatn og ovnlok.

5. Nýt ongantíð fønara, krúllujarn ella slættujarn til parykkin. Nýt heldur ikki hárfarvu ella aðrar vørur við farvu í.

6. Sov ella hvíl teg ongantíð ímeðan tú ert í parykkinum, nýt í staðin nátthúgvu ella annað líknandi.

Til at vaska og røkta hárið viðmæla vit, at tú brúkar specialvørur, sum eru vælegnaði til vask í køldum vatni. Vit viðmæla seriuna frá Tony Owens:

Best er, at parykkurin altíð hongur á einum parykkstativi tá hann ikki er í brúk, tí so heldur hann snið og passform.

Vasking og røkt

• Við vanligum dagligum brúki skalt tú vaksa hárið minst einaferð um vikuna, um summarið ella við nógvum likamligum arbeiði, kann tað vera neyðugt at vaska hann oftari.

• Um tú brúkar parykktape mást tú fyrst taka tað av og gera reint har tape hevur sitið.

• Blanda uml. 2 hettufullar shampoo við 1 litur av køldum vatni og legg hárið í vatni við shampoo í . Lat hárið liggja í blot, í 2-5 min. Aftaná skolar tú hárið við køldum vatni, skola uppi frá og niður, so umgangst tú at hárið verður fløkt.

Fyri at varðveita smidleikan í hárinum, skalt tú brúka balsam aftaná hvørt vask.

• Aftaná tú hevur vaska parykkin blandar tú uml. 2 hettufullar balsam við ein litur av køldum vatni og leggur hárið í vatni við balsam í. Lat hárið liggja í blot í 5-10 min.

• Balsam skal ikki skolast úr hárinum. Legg bert hárið upp á eitt handklæð og trýst parykkin við handklæðinum, uttan at gníggja ella vinda.

• Tak nú í frontin/forsíðuna á parykkinum og rist hann varðliga.

• Aftaná setur tú parykkin á parykkstativi at luftturka. Tú mást ongantíð nýta flamingohøvd ella líkanandi til hetta.

• Tá hárið er turt viðmæla við, at tú brúkar 2-3 trýst av olju balsam frá Tony Owens, fyri at viðlíkahalda glansin í hárinum. Hald sprayið uml. 50 cm frá hárinum, so tað bert er støvið frá fibur oljuni sum rakar hárið.

• Brúka ein kamb sum hevur langt millum tennirnar ella eina bust at seta frisure.

Eru spurningar, eru tygum vælkomin at venda tygum til mín