(+298) 51 15 45

Toupe

Toupe

Salong Fríðgerð bjóðar tær eina hárloysn, ið er tann tættasta tú kemur uppá at hava egið hár. Tað finnast tíanverri nógvir fordómar um toupeir. Summi halda eina toupe vera ein leysur tottur, ið fýkur við vindinum. Onnur halda ikki at tað líkist ordiligum hári. Hetta eru bara gamlir fordómar.

Toupe við fullkomnum passformi

Ein stórur partur av toupe-loysninum verða gjørdir eftir so teir passa júst til tín so teir hava tann fullkomna passformin. Hárið er fest á ein fínan botn, ið tryggjar tað natúrligu útsjóndina. Toupein kann verða settur fastur við tape, klipsum ella lími, alt eftir hvat tørv tú hevur, tað vil siga, um tú ert púra skallutur ella hevur eitt sindur av hári, sum tú ikki ynskir skal vera rakað av.
Møguleiki er fyri at líma toupein fastan í hárbotnin, soleiðis at tað er sum at hava títt egna hár. Tú kanst svimja, íðka ítrótt, sova, og annað við hárinum. Umleið fjórðu hvørja viku er neyðugt at koma á salongina at taka hárið av, reinsa toupein og hárbotn, fyri síðani at festa á hann aftur.

Loysnin til tann einstaka

Tað er væl skiljandi, at hárið er ein týdningarmikil partur av tí persónligu útsjónini. Ófríðvilligt hártap kann ávirka sjálvsálit og lívsgleði. Á salongini verður tað gingið høgt uppí at viðgerðir fara fram stillisliga í einrúmi. Eg kann tryggja tær eina loysn, ið er sera nattúrlig og hóskar til tín. Toupeir eru at fáa í øllum hárfarvu og sniðum, soleiðis sum tú ynskir tað. Toupeir eru gjørdar út ektaðum hári, men tað er eisini møguligt at blanda ektað hár við fibur hár - alt eftir krav til slitstyrki og haldføri. Eg bjóði alt frá standard toupeum til individuelt framleiddar toupeir eftir avstoypan.