(+298) 51 15 45

stuðul

Almannaverkið

Almannaverkið kann í ávísum førum veita fíggjarligan stuðul til fólk, ið hava tørv á hárkolli. Fyri at fáa stuðul til hárkoll, er neyðugt at søkja Almannaverkið um hetta. Veitarin skal lata eina kostnaðarmetan inn til Almannaverkið, og ein læknavátan má vátta, at hártapið er varugt. Umsóknarblaðið er at fáa á heimasíðuni hjá almannaverkinum, men eisini er møguligt at fáa umsóknarblað frá mær.
Um ein hevur tørv á parykki kann mann í mesta lagi fáa stuðul til tveir parykkar um árið. Fær tú hendan stuðulin, er eitt árligt egingjald á kr 3000,-.

Landssjúkrahúsið

Tá ein verður raktur av sjúku, og missir hárið av viðgerð á Landssjúkrahúsinum ella uttanlanda (knýtt at Landssjúkrahúsinum), veitir Landssjúkrahúsið stuðul til parykkar. Ein hevur rætt til tveir parykkar árliga - ella ein parykk og tvey turrikløð árliga. Tann deildin, ið tú er knýtt/ur at á, vegleiðir teg í flestu førum um tíni rættindir. Í hesum føri er onki egingjald.
Eru ivamál, eru tygum altíð vælkomin at seta tykkum í samband við meg.