(+298) 51 15 45

Parykkar

Parykkar fáast so at siga í alskins longdum og litum, krylluttir ella slættir. Eg liggi inni við eini goymslu av parykkum, og av teirri orsøk er tað møguligt hjá tær at royna parykkarnar. Goymslan fevnir um alt frá maskinframleiddum parykkum til hondgjørdar parykkar. Støddin fevnir um alt frá XS-XL.

Parykkkar úr ektaðum hári og fibur

Hjá Salong Fríðgerð eru parykkar í alskins góðsku og sniðum. Eg havi hópin av parykkum á goymslu, báði úr fibur og úr ektaðum hári. Parykkar finnast í fleiri ymsum sniðum, litum, longdum og hársniði, sum lættliga kunna klippast til, soleiðis at parykkurin passar júst til tín. MØGULEIKI ER AT ROYNA YMSAR PARYKKAR.

Sniðgev tín egna parykk

Eg havi meiri enn 25 ár av royndum við parykkum. Eg kann gera tær ein sergjørdan parykk eftir máti og høvdaformi, somuleiðis finna lit, refleksir, krúllut/slatt, stutt/langt - alt eftir tínum tørvi. Parykkar kunna vera gjørdir av heilparykki, toupe ella minni hárdeilum - júst eftir tínum tørvi. Um tú brúkar parykk dagliga, er alneyðugt at hann situr væl á høvdinum.

Trygg tilvera

Tá tú roynir parykkar hjá Salong Fríðgerð, gongur tað fyri seg í einrúmi. Her fær tú møguleikan fyri at royna ymsar parykkar - og turrikløð. Eg taki mær góða tíð til tín, og tú hevur sjálvandi eisini møguleika fyri at taka ein av tínum góðu við tær, sum stuðla tær í valinum.