(+298) 51 15 45

Hár alt lívið

Líður tú av hártapi eftir brandsár, opratión, stráluviðgerð ella er tú plettskallut (alopecia)? Hár alt lívið er tann best hóskandi hárloysnin til tann, ið ynskir at viga upp ímóti tí varandi hártapinum á tann mest liðiliga, trygga og sanna háttin.

Parykkurin er framleiddir til júst tín

Loysning Hár alt lívið verður nýtt av bæði kvinnum og monnum í øllum aldri, og verður framleitt eftir mátum av tí einstaka. Parykkurin er framleiddur av 100% ektaðum hári á eitt fínt net- foliobotn. Eg bjóði Hár alt lívið sum hárpetti, toupe ella heilparykk - alt eftir tøvri, men framfaringarhátturin er tann sami. Er talan um heilparykk, ella størri skallut umráðir, geri eg eina avstoypning av høviforminum, soleiðis at hárið verður framleitt neyvt til hvønn einstakan. Harvið ert tú 100% sikrað/ur best hóskandi snið.

Liðilig loysn eftir tínum tørvi

Hár alt lívið er ein liðiligt hárskipan. Hárið situr fast á skallanum í eitt ávíst tíðarskeið at gangin, vanliga fýra vikur. Hárið verður síðani tikið av, reinsað, sett á aftur og síðani sniðgivið. Við loysnini Hár alt lívið kanst tú sova við tínum hári, svimja, íðka ítrótt og aðr kropsliga krevjandi íðkan. Tað einasta tíðspunkti tú ikki hevur hár á er, til tað mánaðarligu vitjanina á salongini.