(+298) 51 15 45

At missa hárið

Øll kunna missa hárið

Tað er ikki óvanligt at missa hárið, orsøkirnar kunna vera nógvar. Øll menniskju kunna uppliva hártap í størri ella minni mun, og hetta kann raka ein sera meint sálarliga. Tú kann missa hárið eitt nú av kemo- ella stráluviðgerð, eisini kann hárið blíva tunt ella heilt vekk av øðrum medisinskum viðgerðum. Fólk í øllum aldri , bæði børn og gomul, missa hárið. Burtursæð frá medisinskum viðgerðum eru tað oftast alopecia ella hormonórógvan sum er orsøkirn til hármissin.
Eg havi arbeitt við fólki, ið hava mist hárið í yvir 30 ár, og havi gjøgnum mína arbeiðstíð skapað mær holla vitan og havi samarbeiði við fólkum ymsastaðins í útheiminum.

Tí missa vit hárið

Alopeica

Kemo

Alopecia

Alopecia tað medisinska heitið fyri plettskalla. Tað eru ymisk sløg av alopecia, so sum alopecia areata.

Tað er ein støða, sum ger, at hárið dettur av. Tað er ein autoimmun sjúka, tvs. at imunverjan áloypir kroppin, og í hesum føri er tað harrótina. Tá hetta hendir, byrjar hárið at detta av, ofta í størri ella minni plettum. Tað kunna vera nakrir fáir plettir, eins og tað kunna vera nógv plettir, ið endar í at ein gerst heilt skallutur.

Í sjáldsomum førum, missur ein alt hárið av høvdinum (alopecia areata totalis) ella á øllum kroppinum (alopecia areata universalis).

Ein kann ikki spáa um, hvor fær alopecia og ikki, men møguleikin at fáa alopecia gerst størri um hetta liggur til familjuna. Mann meinar at alopecia er oftari millum fólk, har familjan hevur autoimmunar plágur, so sum diabetis, lupus ella sjúkur í skjaldkertilinum.

Umleið 60% av fólkunum, ið fáa alopecia, vísa fyrstu teknini seg áðrenn 20 árs aldurin. Menn og kvinnur eru líka ofta rakt í yngri aldri, men seinni í lívinum eru kvinnur heldur oftari raktar enn menn.

Alopecia smittar ikki.

Kemo

Tá ein fær kemoviðgerð, kann ein av ampunum vera, at missa hárið, í størri ella minni mun. Í fleiri førum missur tú eisini eygnabrýr- og vippur, ella í minsta lagið verða tær tynnri. Í ávísum førum missur tú alt haríð á øllum kroppinum.

Tá ein fær staðfest krabba, kunna tey oftast á sjúkrahúsinum fortelja tær um tú væntandi fert at missa hárið av kemo, ella ikki. Hárið byrjar oftast at detta av 14 dagar aftaná fyrstu viðgerð av kemo.

Hárið kann eisini ávirkast negativt av antihormonviðgerðum.